Kanning: Føroyingar eru ov feitir

Meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv – og serliga menn í 40'unum eru ov feitir

Meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv. Av teimum kunnu 13 prosent bólkast at vera feit.

Tað vísir árliga Gallup-kanningin av fólkaheilsuni, sum Fólkaheilsuráðið hevur latið gera.

Síðan 2003 er talið á føroyingum sum viga ov nógv vaksið frá 44 prosentum og heilt upp til 56 prosent. Samstundis er eitt rák, at færri vera við normalari vekt. 

– Nógv fleiri kvinnur í Føroyum hava normala vekt samanborið við menn, og nógv fleiri menn eru í bólkunum við yvirvekt og fiti. Millum annað kann nevnast, at bert triði hvør føroyski maður hevur eina normala kropsvekt, meðan helvtin av kvinnunum viga tað tær eiga, sigur Fólkaheilsuráðið í viðmerking til kanningina.

Tað eru serstakliga menn yvir 40 ár, sum viga ov nógv. Tó skal nevnast at 41% av monnunum frá 18-24 ár viga ov nógv. 

Fólkaheilsuráðið hevur síðan 2002 staðið fyri árligum Gallupkanningum av fólkaheilsuni hjá føroyingum har umleið 550 fólk verða spurd um heilsueyðkenni og vanar.