Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, kannar nú eftir um bankarnir í Føroyum taka hægri avgjøld frá teimum, sum hava realkredittán, enn teir hava loyvi at taka. Tað ljóðaði so gott, tá ið bankarnir herfyri boðaðu frá, at teir lækkaðu rentuna á sethúsalánum og øðrum lánum við.
Men samstundis hava teir hækka gjaldið sum tey, ið hava realkredittlán til sethús, skulu gjalda oman á sjálva rentuna.
Hetta er eitt gjald, sum tey nevna bidrag og tað kann bankin broyta eftir vild.
Annars var tað dúgliga ført fram, at tey, sum løgdu síni vanligu húsalán um til realkredittlán, sluppu munandi bíligari, tí rentan er lægri.
Men umftamt rentuna, rinda øll eitt bidrag til bankan og tað er hetta bidragið, sum nú er hækkað.
Hetta hevur ført við sær, at munurin ímillum vanlig lán og realkredittlán, er tódnaður nokk so fitt.
Men tað er komið Akseli V. Johannesen fyri oyrað, at í Danmark kunnu bankarnir ikki hækka bidragið, sum teir vilja, tí loft er á.
Tí er hann nú farin at kanna málið hjá donskum myndugleikum.
Hann hevur ikki fingið svar enn, men tá ið hann hevur fingið tað, fer hann at viðgera støðuna.
Vísir tað seg, at føroyskir bankarnir í Føroyum taka hægri bidrag, enn heimild er til, ætlar hann at kanna um tað ber til at tvinga bankarnar at lækka bidragið.