Kannar um býráðið í Havn brýtur lógina

Nú spyr hon landsstýrismannin hvat býráðið hevur loyvi til og hvat tað ikki hevur loyvi til

Spurningurin um at byggja eina stórhøll í Havn, er nú endað á borðinum hjá  Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni í kommunumálum.

 

Tórshavnar Býráð arbeiðir við eini ætlan um at byggja eina risastóra marghøll uppi við Stórutjørn. Ætlanin er at lata eitt sjálvsognarfelag byggja og reka høllina, og ætlanin er heldur ikki at bjóða arbeiðið út, men at fáa byggifelagið, Articon, at vera við í fyrireikingunum, og so at byggja høllina.

 

Høllin kostar næstan 218 milliónir og meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur samtykt at játtað næstan 109 milliónir til endamálið og so er ætlanin at privat skulu fíggja restina.

 

Men nú vil Annika Olsen hava at vita frá landsstýrismanninum um hendan mannagongdin er lóglig.

 

– Ber tað til hjá eini kommunu at seta 100 milliónir í eina verkætlan ígjøgnum eitt sjálvsognarfelag, uttan at arbeiðið verður boðið út, spyr hon landsstýrismannin.

 

Hon vil eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar treytir eru, tá tað almenna ger íløgur, og um arbeiðini skulu bjóðast út. Hon vil eisini hava at vita um tað er lógligt, at ein kommuna fer í samstarv við privat vinnulív, uttan at fíggingin er við í fíggjarætlanini hjá kommununi.

 

– Tá ið tað almenna skal gera íløgur, er tað ein treyt, at arbeiðið verður boðið út fyri at tryggja eina javnbjóðis kapping og fyri at tryggja tann rætta prísin, umframt ta bestu góðskuna.

 

– Tí vekir tað undran, at størsta kommunan í landinum velur ein leist, har eitt arbeiði uppá næstan 218 milliónir harav næstan 109 milliónir skulu fíggjast við kommunalum pengum, ikki verður boðið út til fleiri fyritøkur at kappast um. Ber hetta til, kann hugsast, at enn fleiri kommunlar verkætlanir verða gjørdar eftir hesum leisti uttan alment útboð, sigur Annika Olsen.

 

Hon sigur eisini, at eftir kommunulógini ber ikki til hjá kommununum at samstarva við privat, tí hetta er at meta sum kappingaravlagandi virksemi.  Tí er áhugavert at fáa at vita, um tað ber til hjá eini kommunu at gera samstørv við privatar fyritøkur ígjøgnum eitt sjálvsognarfeløg, og um hetta verður ein partur av kommunalu fíggjarætlanini fyri at tryggja fíggjarligt skynsemi og gjøgnumskygni.