Tá Norröna kom á Havnina um 5-tíðina í morgun, stóð løgreglan á bryggjuni og kannaði bilførarar.
Endamálið var at tryggja sær, at eingin teirra koyrdi ávirkaður í land við bili sínum.
Av politistøðini verður upplýst, at teir íalt kannaðu 28 bilførarar, men samstundis verður staðfest, at eingin teirra koyrdi ávirkaður.
Sagt verður, at løgreglan av og á ger slíkar kanningar. Og soleiðis var aftur gjørt árla í morgun.