Kanna tyrluvanlukku

Russisku myndugleikarnir siga, at alt ov nógv fólk vóru umborð á tyrluni, sum datt niður í Kekenia mánadagin.

Tyrlan datt niður í eitt minuøki, og hildið verður, at meiri enn 100 fólk lótu lív.
Russiska hernaðartyrlan, sum er heimsins størsta tyrla, kann hava 80 fallskíggjahermenn ella 20 tons av farmi, men sambært russisku herleiðsluni er tað ikki óhugsandi, at 146 fólk vóru í tyrluni, sum datt niður. Í gjár ljóðaði úr Kekenia, at 27 fólk vóru sloppin frá vanlukkuni á lívi, og seinni segði ein kelda við tíðindastovurnar, at 105 fólk høvdu latið lív.
Russiska herleiðslan sigur, at annaðhvørt datt tyrlan niður, tí hon fekk trupulleikar við motorinum, ella vóru tað kekeniskir uppreistrarmenn, sum skutu hana niður við einari rakett.