Løgreglan veit framvegis ikki at siga, hvat er vorðið av Dánjal Peturi Hansen, vanliga nevndur Piddi, úr Runavík, sum tey hava leitað eftir í fleiri dagar.
Løgreglan brúkar rættiliga nógva orku upp á leitingina og vakthavandi løgreglumaður sigur í morgun, at onkur spor eru komin undan kavi, sum teir nú royna at fáa greiði á at vita um tað kann føra til nakað.
Vit kunnu endurtaka, at Dánjal Petur er 170-180 sentimetrar høgur, myrkhærdur og førur.??
Løgreglan heitir á fólk, sum vita nakað um Pidda at siga, um at venda sær til nærmastu løgreglustøð ella til støðina í Havn, telefon 35 14 48.?
Seinast, tað kann sigast við fullari vissu, at hann var í samband við onnur fólk var fríggjamorgunin, tá ið ringdi hann til onkran.??