Grønlendsku myndugleikarnir eiga at kanna pengastreymin í fiskivinnuni fyri at fáa staðfest, um tað almenna missir inntøkur frá hesari vinnugreinini. Tað heldur landstingslimurin Karl Lyberth úr Siumut.
Hann vísir á, at onnur lond, eitt nú Danmark, hava brúkt nógva orku til at kanna, um vinnufeløg flyta avlopið til onnur lond, har skattareglurnar eru lagaligari enn í heimlandinum. Nú vil Karl Lyberth hava at vita, um hetta hendir í Grønlandi.
-Eg skal ikki siga, at eg havi illgruna til nakran, men eg haldi, at tað er sera áhugavert at fáa at vita, hvør í fiskivinnuni fær upp í lummarnar. Er tað Grønland ella fólk í Danmark, spyr tingmaðurin hjá Siumut. Hann ásannar, at teir grønlendsku kommunukassarnir fáa nógvar pengar burtur úr fiskivinnuni, men at tað er rætt at kanna, um samfelagið kundi fingið uppaftur meiri burtur úr høvuðsvinnuni.










