Eitt ST-lið, sum kannar skuldsetingar um krígsbrotsverk, vil hava orð á sýriska forsetan, Bashar al-Assad, fyri at fáa eina frágreiðing um tær nógvu skuldsetingarnar um krígsbrotsverk undir tí 19 mánaðir langa borgarakrígnum.
-Vit hava gjørt av at senda Assad eitt bræv við áheitan um fund, og tað er av stórum týdningi, at hann vil tosa við okkum, sigur Paulo Pinheiro, sum er formaður fyri tí serliga kanningarliðnum hjá ST.
Ein annar limur í nevndini er Carla del Ponte, sum hevur drúgvar royndir á hesum økinum frá sínum arbeiði við krígsbrotsverkum í Rwanda og gamla Jugoslavia. Hon sigur, at í Sýrialandi eru dømi um bæði krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini.
Carla del Ponte leggur afturat, at ein uppgáva hjá kanningarfólkinum verður at staðfesta, hvør hevur ábyrgd av teimum einstøku hendingunum.










