Tíðindaskriv
Nú ber til ókeypis at fáa hund tygara kannaðan fyri orm. Kristina Dahl Joensen og Signar Petersen, sum lesa til djóralækna, fara í sambandi við serritgerð sína at kanna títtleikan av endosníkum (ormum) í hundi í Føroyum.
? Av tí at nógvir hundar koma til Føroya, vænta vit, at summir hundar bera smittu. Tað kann vera ógvuliga óheppið, tí at teir kunnu smitta onnur dýr og fólk, serliga børn, siga tey bæði.
Ormur smittar við skarninum, og summi ormasløg koma undan við lívinum í umhvørvinum í fleiri ár. Tí er smittuvandin ógvuliga stórur, og tí er umráðandi at viðgera fyri orm.
Vit vita, at bendilormur og spolormur eru í hundi í Føroyum. Í grannalondum okkara eru onnur ormasløg, sum eru til bága, tí er týdningarmikið og áhugavert at fáa tað kannað í Føroyum.
Til dømis kann vera nevnt, at fyri nøkrum fáum árum síðani varð hjarta - lungnaormur (Angiostrongylus vasorum) funnin í Danmark.
Hundar við hesum ormi hava trupulleikar í andaleiðini. Sjúkuavgerðin, sum tikin varð, var skeiv, og tí fingu hundarnir skeiva viðgerð, til greiða var fingin á, at tað var sníkur, sum var trupulleikin.
Kristina og Signar vænta ikki at finna henda sník í hundum í Føroyum, men tó halda tey, at tað er umráðandi at vera varin.
Tað er ógvuliga týdningarmikið at fáa so nógv tilfar til vega sum møguligt, so at vit fáa at vita, hvussu stórur trupulleikin er.
Tí verður mælt hundaeigarum til at seta seg í samband við tey bæði, so at so nógvir hundar, sum gjørligt kunnu verða kannaðir.
Fólk, ið hava áhuga fyri at fáa hund sín kannaðan fyri orm, kunnu seta seg í samband við Kristinu ella Signar at ringja á telefon 509048 ella 253712, ella senda teldupost til krull@dsr.kvl.dk ella signarp@dsr.kvl.dk.










