Kanna havøkið kring Føroyar

Nú verða broytingarnar í havveðurlagnum og ávirkanin á uppsjóvarfisk kannað

Fyri einum góðum ári síðani játtaði danska stjórnin 10 milliónir krónur til at granska broytingar í havveðurlagnum í havøkinum millum Føroyar og Grønland, og hvussu tær ávirka uppsjóvarfisk.

 

Granskingin er samstarv millum Danmark, Føroyar og Grønland.

 

 

Í vár setti stýrisbólkurin fýra granskarar: Tvey ph.d. lesandi og tveir post.doc. granskarar. Stýrisbólkurin hevur nú sett tann seinasta granskaran í hesum samstarvinum.

 

 

Hesum boðar heimasíðan hjá Havstovuni frá.

 

 

Selma Pacariz er útbúgvin ph.d. í havfrøði og skal kanna stórskalabroytingar í havfrøði í Norðuratlantshavinum. Hennara havfrøðiligu kanningar skulu stuðla undir lívfrøðiligu kanningarnar av uppsjóvarfiski og æti, sum onnur í granskingarsamstarvinum gera, umframt at tær skulu knýta saman kanningarnar í teimum ymisku havøkjunum.

 

 

Selma Pacariz er sett á Havstovuni, men í sínum arbeiði fer hon eisini at vistast á DTU-aqua og Grønlands Naturinstitut. Tá hon ikki er á einum av hesum stovnum, er hon á Universitetinum í Gøteborg.