Kanna happing í skúlanum fjórða hvørt ár

Eitt av tilmælunum eftir happingarkanningina í 2007 var, at Føroyar skulu taka lut í HBSC-kanningunum, sum verða gjørdar fjórða hvørt ár

Eitt av tilmælunum eftir happingarkanningina í 2007 var, at Føroyar skulu taka lut í HBSC-kanningunum (Healt Behavior in School-aged Children), sum verða gjørdar fjórða hvørt ár. Tað er heimsstovnurin WHO, ið skipar hesa kanningina.

 

Tað skrivar Skúlablaðið hjá Føroya Lærarafelag.

 

Blaðið skrivar, at kanningin verður gjørd millum næmingar í aldrinum 11-15 ár. Tað eru sjey ár síðan, at hetta tilmælið varð sett á lista við fleiri øðrum tilmælum, og nú ætlar landsstýrismaðurin við skúlamálum, at tað skal gerast veruleiki.

 

– Vónandi fer tað at bera til, at Føroyar kunnu taka lut í hesi kanningini; tað ætli eg mær í øllum førum at umhugsa í størsta álvara, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
 

 

Ikki færri enn 44 lond í Evropa og Norðuramerika eru partur av HBSC-kanningini, íroknað øll Norðurlond. Danmark hevur verið við síðan 1984. Sum heitið á kanningini sigur varpar kanningin ljós á likamligu og sálarligu heilsuna hjá børnum.

 

Á heimasíðuni hjá HBSC stendur, at

1. Næmingar, sum hava góða heilsu og kenna seg væl, klára seg væl í skúlanum


2. Góðir sosialir og kensluligur førleikar hava samband við góða heilsu, vælveru og góð úrslit í skúlanum


3. Mentanin, umhvørvið og moralurin í skúlanum ávirkar heilsuna og vælveruna hjá næmingunum og møguleikar teirra at læra


4. Samband er millum fakligu evnini og kropsliga virknið hjá næmingum.

 

Næmingar svara spurningum í eitt nú heilsu og trivnaði, heilivági, kroppi, kosti og máltíðum, rúsdrekka og tubbaki, likamligum virkni, svøvni, tannbusting, kynsligari atferð, sosialum sambondum, sosialum ójavnaði og persónligari bakgrund.

 

Seinasta kanningin, sum næmingar í Danmark tóku lut í, vísir, at tey flestu 11-15 ára gomlu trívast, men at ein stórur minniluti mistrívist. Í hesum minnilutanum, sum telur 19 prosent, hava 23,7 prosent av gentunum og 17,3 prosent av dreingjunum trý ella fleiri eyðkenni um sálarligan mistrivnað, og hesi eyðkennini eru tyngjandi; 8,1 prosent av gentunum og 4,2 prosent av dreingjunum hava 5 ella fleiri eyðkenni um sálarligan mistrivnað, sum eru álvarsliga tyngjandi.