Nú verður ferðingin hjá skjórutum springara kannað á fyrsta sinni Náttúrugripasavnið hevur fest fylgisveinasendarar á hornið á sjey springarum, soleiðis at fylgjast kann við, hvussu og hvagar teir ferðast.
Hin 10. august fingu fýra springarar úr einum bólki, ið taldi einar 30 springarar, sendarar ásettar. Hetta varð gjørt norðuri á Streymnesoyruni. Og 12. august vóru tríggir springarar úr einum bólki við sjey springarum merktir við sendarum sama stað.
Tvey sløg av sendarum eru. Tríggir springarar hava sendarar, har bert knattstøðan fæst, men hjá fýra verður eisini fylgt við kavingarmynstrinum.
Kanningin er partur av størri kanning av skjórutum springara. Hon er umbiðin av NAMMCO, ið er útnorðursamstarv um havsúgdjór, og tað er í sambandi við, at føroyingar veiða springara. Tí tørvar okkum neyva vitan um stovnsstødd, útbreiðslu og lívfrøði.
Til ber at fylgja leiðini hjá springaranum á heimasíðu Náttúrugripasavnsins á www.ngs.fo.