Kanna fýrverkssølur

Hóast gongd ikki er komin á søluna av fýrverki, er politiið longu í morgun farið út at kanna støðini, har fýrverk verður selt. Kannað verður um tey lúka treytirnar, og tað plaga tey flestu at gera, sigur politiið.

Í dag hevur ikki verið gjørligt at fáa at vita, hvussu nógv verður innflutt av fýrverki um árið.

Ein av teimum stóru innflytarunum er Litaval á Hjalla. Tann handilin selir eisini víðari til eitt nú fleiri ítróttarfeløg.

Petur Mouritsen í Litaval sigur við Portalin, at enn er gongd ikki komin á søluna av fýrverki. Tað verður neyvan fyrr enn leygardagin og mánadagin, at fólk fara út at keypa fýrverk.

Veðurforsøgnirnar fyri ársskiftið eru ikki so galnar.