Ein kanning av kvinnum við bróstkrabba í Grønlandi fer væntandi at geva eina ábending um, hví so nógvar kvinnur í vesturheiminum fáa bróstkrabba.
Bróstkrabbi var so at siga ókendur í Grønlandi til mitt í 60-árunum, tá ið grønlendingar fingu sær meira vestligan lívsstíl, sigur Eva Bonefeld-Jørgensen á Aarhus Universiteti við grønlendska útvarpið.
- Okkara kanning vísir, at grønlendskar kvinnur við bróstkrabba høvdu nógv fleiri av sonevndu PFC-evnunum í sær. Hetta eru evni, sum verða brúkt til at gera tilfar vatnskíggjandi og eru millum annað í regnklæðum, gummistyvlum, pitsabakkum og bakipappíri. Líkt er til at hesi evni órógva hormonjavnvágina og økja um vandan fyri bróstkrabba, sigur granskarin.
Hetta er ikki áður prógvað. Evnini upploysast ikki í feitti, og tí varð ikki hildið, at tey hópaðu seg upp í kroppinum. Men nú vísa kanningarnar av grønlendskum kvinnum, at so er.
Granskarar fara nú at gera sama slag kanning av donskum kvinnum.