Kanna 19 bankar

Danska fíggjareftirlitið heldur eitt vakið eyga við stóra vøkstrinum, sum fleiri peningastovnar hava havt í útlánum sínum Í tíðindaskrivi hevur Fíggjareftirlitið boðað frá, at tey hava sent fyrispurningar til 19 bankar, har útlánsvøksturin seinasta árið hevur verið omanfyri 30%. ? Ein stórur vøkstur í útlánunum hongur ofta saman við vánaligum kreditboniteti. Og hetta økir aftur um vandan fyri tapi hjá peningastovnunum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Tað verður ikki upplýst, hvørjir teir 19 peningastovnarnir eru.