Kann vinna FM fyri 17. ferð

Peter H. Niclasen kann í morgin spæla seg í 25. FM-finaluna í borðtennis.

Í annaðkvøld byrja innleiðandi umførini í FM í borðtennis í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Ein av vitunum í føroyskum borðtennis er Peter H. Niclasen úr Havn, sum eisini hesaferð luttekur í FM-kappingini. Hann hevur møguleikan at spæla seg í 25. FM-finaluna í einmansleiki hjá monnum. Hann hevur vunnið hesa kappingina heili 16 ferðir – fyrstu ferð var í 1984 sum bara 15 ára gamal.

 

Vit hava spurt Peter, hvussu tað ber til, at hann hevur megnað at hildið á so leingi.

 

- Grundleggjandi má tað vera tí at eg havi hugnað mær, havt tað stuttligt og havt nógv upplivilsi. Eg havi verið uttanlands í nógvum høpum, og so havi eg eisini vunnið nógv. Tað er altíð søtt at vinna, sigur Peter, sum ikki longur ger serliga nógv burturúr venjing.

 

- Nei, ikki meir enn tað vanliga. Eg eri komin væl upp í árini og venjingarmongdin er ikki so nógv, men eg royni at halda tað við líka, sigur hann.

 

Hann hevur verið í 24 FM-finalum í einmansleiki hjá monnum, og tað er eftir hondini ov nógv til at hann minnist tær allar.

 

- Eg minnist sjálvandi ta fyrstu finaluna. Eg kann ikki siga at eg minnist allar finalurnar, men eg minnist kanska serliga tær, sum eg havi tapt, sigur Peter.

 

- Eg hevði sett mær sum mál í fjør, at eftirsum tað hevði verið eini 4-5 ár síðani seinasta FM-heitið, at eg ætlaði mær at vinna aftur. Tað megnaði eg, so tað, sum møguliga kemur framyvir, er bara bonus, sigur Peter og tosar at enda um hvussu borðtennis er broytt ígjøgnum tíðirnar.

 

- Spælið er nógv broytt og fyri 20-30 árum síðani vóru vit fleiri leikarar og toppurin var breiðari. Hinvegin er toppurin hægri nú, sigur Peter flennandi og vónar, at hann ikki traðkar á tærnar hjá nøkrum við at siga so.

 

Innleiðandi umførini byrja í skúlanum við Løgmannabreyt fríggjakvøldið kl.18.00, meðan finalurnar verða á felags FM-finalutiltakinum saman við badminton og judo í Hoyvíkshøllini leygardagin.

 

Fakta:

 

Navn: Peter Hentze Niclasen

Føddur: 22. mars 1968
Starv: Lærari
Bústaður: Tórshavn

Feløg:
1979-1982: Fram
1983-1989: AB
1990-1991: Virum Sorgenfri
1992-1993: AB
1994-1996: Aberdeen
1997-1998: Greve BTK
1999-: Tór

FM-heiti: 16
1984, 1986, 1988, 1989, 1990, 1992, 1996, 2000, 2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2013