Tað var lagt upp til eina spennandi grannauppgerð, tá ið Írland og Wales hittust í HM-undankappingini um vikuskiftið, men dysturin bleiv ongantíð nakað serliga undirhaldandi og endaði við 0-0-javnleiki.
Heldur var tann ein álvarsligur skaði, ið merkti dystin. Bakkurin hjá Wales, Neil Taylor, takklaði írska Seamus Coleman somikið harðliga, at hann fekk opið beinbrot. Hann varð fluttur á sjúkrahús og lagdur undir skurð.
Neil Taylor hevur fingið tríggjar dagar leikbann, men í dag boðar FIFA frá, at teir hava gjørt eitt mál burturúr hendingini og fara at hyggja nærri at takklingini. Hetta merkir javnan, at talan verður um longri leikbann – í hesum føri longri enn tríggjar dagar.
Írland og Wales eru í undankappingarbóki D, har Serbia er oddalið, tó við Írlandi beint undir liðini við sama stigatali. Wales er á triðja plássi, fýra stig aftanfyri.