Kann kvinnulistin økja um kvinnuumboðanina í býráðnum?

Hildur Eyðunsdóttir, býráðslimur

Endamálið við kvinnulistanum til komandi býráðsval er sjálvandi at fáa fleiri kvinnur valdar, og fyrimyndin er m. a. góðu royndirnar hjá kvinnunum í Reykjavík og í Vestmanna. Men kunnu hesar royndir yvirhøvur brúkast sum fyrimynd til býráðsval í Tórshavnar kommunu? Eg haldi tað ikki, og orsøkin er tann, at fortreytirnar hjá teimum kunnu als ikki samanberast við tær í Tórshavnar kommunu.
Í Reykjavík eins og nógva aðrastaðir, er tað soleiðis, at listarnir hava eina raðfesting av valevnunum. Tey sum verða raðfest nr. eitt ella tvey o.s.fr. verða vald framum, hóast onkur longri niðri á listanum hevur fleiri atkvøður. Hetta inniber, at fyri at blíva vald, er neyðugt at vera raðfest ovaliga. Hetta var trupulleikin hjá kvinnunum í Reykjavík. Tær høvdu trupult við at fáa sínar flokkar at raðfesta kvinnurnar ovaliga á listanum. Við tílikari skipan fer sjálvandi ein innanfloks valdskampur fram um placeringina á listanum, og vanliga úrslitið varð, at menn stóðu ovast á listanum, tá ið av tornaði. Tá ið Kvennalistin í Reykjavík varð stovnaður, høvdu kvinnurnar fingið nóg mikið, og fingu sær sín egna lista til býráðsvalið. Royndirnar hjá Kvennalistanum vóru sera góðar, og er politiska skipanin í Íslandi eyðsæð búnað av hesum. Teir gomlu flokkarnir vóru noyddir at tillaga seg og geva kvinnum rúm og nóg góða raðfesting, vildu teir hava tær aftur. Í dag stilla kvinnurnar upp og verða valdar á teimum vanligu listunum, á jøvnum føti við menninar. Kvennalistin er, eftir at hava tænt sínum endamáli, nú farin í søguna.
Hendan trupulleikan hava vit ikki í Føroyum, her er tað atkvøðutalið sum er avgerandi fyri, hvørji verða vald. Valskipanin leggur ikki upp til mismun, og spurningurin er ikki um, at kvinnur ikki sleppa upp á verandi politisku listarnar, men heldur tann, at ikki nóg nógvar kvinnur halda seg framat ella verða stuðlaðar til at koma uppá listarnar.
Í Vestmanna var støðan uppaftur ein onnur, har vóru bert tveir listar, og teir vóru fyri stóran part mannaðir av monnum. Tað er mær fortalt, at orsøkin m. a. til, at tær gjørdu ein kvinnulista var tann, at undanfarin bygdaráð á ongan hátt raðfestu uppgávur, sum kvinnurnar sóu sum átrokandi uppgávur at fáa loystar. M. a. var ongin barnaansing, samstundis, sum tað var stórur tørvur fyri kvinnunum á arbeiðsmarknaðinum.
Til býráðsval í Tórshavnar kommunu er talið av listum nógv størri, vanliga ikki minnið enn 6 og ofta fleiri. Tað eru 13 býráðssessir, og málið má verða, at minst 6-7 kvinnur manna hesar sessir. At stilla ein kvinnulista upp, er, eftir míni sannføring, ikki gongda leiðin at náa hesum. Kvinnulistin verður ein av kanska 7 listum, og um hann fær tvær valdar er tað sera, sera flott, men tíverri ósannlíkt. Men hevði tað tænt endamálinum? Høvdu vit komið nærri málinum, sum er, at í minsta lagi 6-7 kvinnur skulu sita í býráðnum? Eg havi frætt, at tað er áhugi fyri, at fáa okkum sum í løtuni sita í býráðnum, at stilla upp á kvinnulistanum. Tað undrar meg stórliga; sjálvandi vil man hava ein sterkan kvinnulista, men um man samstundis drenar frá hinum listunum, so undirgravar man endamálið, sum er, at fáa fleiri kvinnur valdar. Og hvørji eru tey, sum høvdu atkvøtt fyri kvinnulistanum? Tað eru fólk, sum frammanundan atkvøða fyri kvinnum, og tí kemur kvinnulistin neyvan at økja um kvinnuatkvøðurnar.

Høgra - vinstra, ella bara kvinna?
Enn er tað bert í Tórshavnar og í Klaksvíkar kommunu, at tað verður stillað upp politiskt. Men eg vænti, at við tíðini, og við alt størri kommunum, verður hetta meira vanligt. Kommunalpolitikkurin er í broyting og kommunurnar fáa støðugt fleiri, og meira krevandi uppgávur at røkja. Hetta fer eisini at viðvirka til, at politisk uppstilling verður meira vanlig. Eftir mínum tykki ber ikki til, at skilja kvinnupolitikk frá øðrum politikki. Tingini hanga saman og eg meini tí, at tað er skeivt at hava kvinnulista við síðuna av hinum politisku flokkunum. Flokspolitiskar raðfestingar eru ymiskar, og kvinnur eru ikki bert kvinnur, men eisini fólkafloks-, sambands-, javnaðar-, sjálvstýris-, miðflokka- og tjóðveldiskvinnur. Tað er tó ongin ivi um, at kvinnur duga at samstarva, og at nógv gott hevði kunna komið burturúr, um fleiri kvinnur komu framat.
Eftir míni bestu sannføring meini eg tí, at tað hevði verið óklókt at stilla ein kvinnulista upp, og at tað hevði verið eitt afturstig fyri kvinnustríðið. Kvinnulistarnir í Reykjavík og Vestmanna gjørdu stóran mun har. Tær vístu, hvussu týðningarmikið tað var at fáa fleiri kvinnur í politikk, og tær hava so sanniliga eisini víst, at tær megnaðu at stýra. Men, sum eg segði í byrjanini, so vóru fortreytirnar hjá teimum nakrar aðrar, enn tær í Tórshavnar kommunu, og kunnu vit tí ikki brúka sama leist, men mugu finna okkara egnu leið.