Kann kosta 20 milliónir at lata Smyril sigla ein túr afturat

Tað kann kosta upp til 20 milliónir um árið at lata Smyril sigla ein túr afturat um dagin ímillum Suðuroy og Havnina, sigur strandferðslan

Suðuroyarsiglingin

Skal Smyril sigla ein túr afturat um dagin ímillum Suðuroy og Havnina, kann tað kosta landskassanum upp ímóti 20 milliónum krónum um árið.
Tað vísa útrokningar hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan sigur í útrokningum til Løgtingið, at verður túratalið økt upp í tríggjar túrar um dagin, fer tað at kosta 8-11 milliónir meir um árið í olju, alt eftir, hvussu dýr oljan er.
Men fer tímatalið hjá manningini upp um 14 tímar um dagin, verður helst neyðugt at seta eina manning afturat og tað fer at kosta einar 10 milliónir krónur afturat um árið.
Skal Smyril sigla meiri, fer tað eisini at føra til størri slit á skipið, og sostatt verður tað eisini dýrari at røkja og halda. Men, hvussu nógv dýrair tað verður, er vónleyst at siga.
Sostatt kann ein triði túrur um dagin føra við sær eina eyka útreiðslu upp á 20 milliónir krónur um árið, umframt økingar í umvælingar- og viðlíkahaldsútreiðslum.
Hvussu nógv inntøkurnar fara at økjast er hinvegin vónleyst at meta um, men tær verða undir ongum umstøðum nóg mikið til at svara til øktu útreiðslurnar.
Út frá einum handilsligum sjónarmiði loysir tað seg sostatt ikki at lata Smyril sigla tríggjar túrar um dagin.
Hinvegin vil Strandferðslan ikki meta um samfelagsligu nyttuna av at lata Smyril sigla ein túr afturat.
Á Samferðslufundinum í Vági mánakvøldið, varð funnist at, at siglingin hjá Smyrli varð gjørd upp í krónum og oyrum, tí tað verða vegir, brýr og ferðasamband aðrastaðni í landinum ongantíð gjørt og Smyril er einasta tilknýti hjá Suðuroyingum við meginøkið.