Í mars mánaði var verkfall á privata arbeiðsmarknaðinum í tvær vikur, tá skiparar á farmaskipum løgdu arbeiðið niður. Orsøkin var, at arbeiðsgevararnir ikki vildu ganga lønarkrøvunum hjá skiparunum á møti.
Tá hesin sáttmálin er tann einasti, sum enn er gjørdur á arbeiðsmarknaðinum í ár, fyriuttan tann millum SEV og Maskinmeistarafelagið, er áhugavert at hyggja at, hvussu hann er skrúvaður saman.
Skipararnir fingu í fyrsta lagi góð 3,45 prosent í lønarhækking frá 1. mars, og sáttmálin er galdandi í eitt ár. Hækkingin liggur í tveimum frídøgum, sum skipararnir fingu.
Síðani varð lønarskalin hækkaður við tíggju prosentum, samstundis sum at arbeiðstíðin hækkaði samsvarandi. Arbeiðstíðin er hækkað úr tíggju tímum upp í ellivu tímar um samdøgrið, og tí hækkar lønarskalin við tíggju prosentum.
? Fasta mánaðarhýran fyri skipara og stýrimenn er fyri 11 tíma arbeiði um samdøgrið.
? Grundað á broytingina í grein 8 (arbeiðstíð) verður lønarskalin hækkaður við 10 prosentum tann 1. mars 2003, stendur í semingsuppskotinum, sum báðir partar undirskrivaðu 25. mars.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at felagið vildi hava hava arbeiðstíðina at vera ásetta til tólv tímar um samdøgrið, men reiðararnir gingu bert við til ellivu tímar.
Kann ikki samanberast
Jan Mortensen úr Vinnuhúsinum sigur, at henda broytingin í lønarskalanum ikki kann metast sum ein verulig lønarhækkan, tí arbeiðstíðin er hækkað samsvarandi.
Maskinmeistarafelagið hevur annars fýlst á, at Vinnuhúsið, sum Reiðarafelagið fyri Farmaskip er undir, hevur góðtikið ein slíkan sáttmála, tí við fyrsta eygnabrá tykist hetta jú sum ein risa lønarhækking.
? Lønarhækkingin fyri eitt ár er góð 3,4 prosent. At arbeiðstíðin gerst longri, og at lønarskalin hækkar samsvarandi, er ikki ein verulig lønarhækking, sigur Jan Mortensen, sum vísir á, at hetta er peningur, sum verður útgoldin undir øllum umstøðum. Skipararnir vildu heldur hava eina fasta arbeiðstíð á ellivu tímar, heldur enn at fáa tað útgoldið sum yvirtíð.
Jan Mortensen vísir harðliga aftur, at hesin sáttmálin kann nýtast sum grundgeving fyri eini hægri lønarhækking hjá øðrum fakfeløgum, tí arbeiðstíðin hækkar samstundis.