Kann ikki loysast við hermegi

Tað ber ikki til at loysa kreppuna í Sýrialandi við hermegi. Tað segði NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, við danska kringvarpið í gjákvøldið. Hann segði seg samstundis bera ótta fyri, at kreppan kann breiða seg til onnur lond í økinum.

-Tað er greitt, at vandin er til staðar, og hetta raðfesta vit frammarlaga í NATO, segði hann.

Anders Fogh Rasmussen heldur, at dagarnir hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, eru taldir, men at kreppan kann ikki loysast við hermegi.

-Tað er eingin ivi um, at Assad-stýrið fellur. Spurningurin er bara, nær tað verður, segði NATO-aðalskrivarin í sendingini Deadline hjá DR.

-Tíverri eri eg bangin fyri, at kreppan verður drúgv. Tað er einki, sum bendir á, at stýrið hjá Assad fer at fella í næstum. Hinvegin ivist eg ikki í, at tað fellur ein dag, men hetta kann gerast ein long og pínufull tíð, segði Anders Fogh Rasmussen.