Higartil hevur leitingin eftir norska Hercules-flogfarinum, sum hvarv seinnapartin í gjár, verið úrslitaleys.
Eitt norskt flogfar og fýra svenskar bjargingartyrlur hava leitað síðani tíðliga í morgun. Klokkan fimm staðfesti tað norska flogfarið okkurt nærhendis fjallinum Kebnekaise, sum er hægsta fjall í Svøríki, men enn hava tyrlurnar ikki sæð nakað har.
Umframt tað norska flogfarið og tær svensku tyrlurnar hava svensku myndugleikarnir sent 12 fólk til gongu at leita.
Eingin dugir at siga við vissu, hvat kann vera hent flogfarinum, men tað verður nevnt, at flogfarið kann vera komið ov nær einum av fjallatindunum á leiðini.
Fimm fólk, fýra menn og ein kvinna, vóru við norska flogfarinum, sum var á veg til svenska býin Kiruna, tá tað brádliga hvarv.










