Í fleiri vikur hevur staðið púra opið, hvar silvur- og bronsuheiðursmerkini hjá flogbóltskvinnunum skulu fara, og ikki færri enn fýra feløg hava verið um boðið. Bara tveir dystir eru eftir, Fleyr-ÍF og SÍ-Dráttur, og so kunnu fólk annars hyggja at støðuni og spæla sær við støddfrøðini…
SÍ situr í Sørvági og bíðar eftir at fáa gullmerkini, men annars sita øll hini, uttan KÍF og TB, og bíða eftir avgerandi løtuni leygardagin, tá endaliga stigatalvan opinberar seg. Nógv meira spennandi fær tað ikki verið – og tað einasta, ið kundi yvirhálað hetta, hevði sjálvandi verið, um gullið eisini stóð upp á spæl. Men til tað hava SÍ-kvinnurnar snøgt sagt verið ov góðar.
Leygardagin vóru tveir dystir í Eikliguni hjá kvinnum. Á Giljanesi tók Dráttur ímóti TB, sum ikki hevur fingið tað nógva at bera til í vetur, tí har er einki stig komið til høldar – og tað kom tað heldur ikki, nú TB spældi sínar tveir síðstu dystir um vikuskiftið.
Dráttur vann tey bæði fyrstu settini stórt, 25-13 og 25-9, men so kom stígur í og TB svaraði væl aftur við at vinna triðja sett 26-24. At TB-kvinnurnar vildu stríðast fyri sakini og fáa sum mest burturúr, vístu tær eisini í fjórða setti, ið gjørdist næstan líka tætt sum triðja, tí tað endaði 25-23, og so vann Dráttur kortini dystin 3-1.
Favorittsigrar
Hin dysturin leygardagin var á Kambsdali, har ÍF tók ímóti KÍF, sum ferð eftir ferð hevur roynt at spælt teimum ovaru liðunum puss. KÍF hevur millum annað vunnið á greipuvinnarunum úr SÍ, umframt at tað herfyri eydnaðist at fáa ein fimmsettara ímóti Drátti.
Men ímóti ÍF bar ikki so væl til hjá kollfjarðarkvinnum, sum máttu lúta 3-1. ÍF byrjaði væl og vann 25-17 og 25-22 í teimum báðum fyrstu settunum, men so gjørdi KÍF ein vørr og vann triðja sett 27-25. Hetta vísti seg tó bert at vera ein einstakur vørrur, tí í triðja setti vant ÍF burtur úr KÍF og gjørdi slætt borð, 25-13.
Triði kvinnudysturin var í Trongisvági, har TB hevði vitjan av Mjølni, ið er einasta av teimum fýra næstfremstu, ið bara kann vinna bronsu – men eisini kann enda við ongum. Her var talan um ein javnan dyst, burtur sæð frá øðrum setti, tá Mjølnir var nógv betri.
Mjølnir vann fyrsta sett 25-21 og so heili 25-12 í øðrum setti, áðrenn TB svaraði aftur við at vinna 26-24 í triðja setti. Her kom TB væl afturíaftur, tí Mjølnir var á odda 23-18, áðrenn TB kom upp á javnt, 23-23, fyri síðani at taka settið. Í fjórða setti rakk TB ikki so langt, og Mjølnir vann tað 25-21.