Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur seg í samrøðu við R7.fo hava álit á, at løgmaður kann skera ígjøgnum, soleiðis at teir, sum stóðu aftan fyri rumblið á Tvøroyri í áttatiárunum, ikki sleppa at endurtaka somu syrgiligu søguna fyri flokkin.
- Leysasøgur hava í eina tíð gingið um, at samstarvið millum Kristin Michelsen, borgarstjóra í Tvøroyrar kommunu og Aksel V. Johannesen, løgmann, skal hava fingið eitt skot fyri bógvin, eftir at javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráði saman við Kristinu Roest hava kravt, at allar býráðsnevndirnar skulu verða valdar av nýggjum.
Hetta veit R7.fo at siga í kvøld. Eisini hevur ljóðað, skrivar miðilin, at ætlanin er, at býráðið skal nokta Kristini Michelsen bæði at vera løgtingsmaður og borgarstjóri - og at eisini hetta skal vera oyðileggjandi fyri samstarvið millum borgarstjóra og løgmann.
Kristin Michelsen vil ikki siga so nógv um viðurskiftini. Hann sigur seg í samrøðu við R7.fo hava álit á, at løgmaður kann skera ígjøgnum, soleiðis at teir, sum stóðu aftan fyri rumblið í áttatiárunum, ikki sleppa at endurtaka somu syrgiligu søguna fyri flokkin.
- Tað eru bara fimm mánaðir, síðani eg saman við Anitu Vibergsdóttir og Alva Mortensen bjóðaðu javnaðarumboðunum, at nevndirnar kundu býtast javnt millum valbólkarnar, sigur Kristin Michelsen.
Spurdur, um ósemjan á Tvøroyri kann fáa avleiðingar fyri støðuna í løgtinginum, har Kristin Michelsen eisini er valdur, svarar borgarstjórin og løgtingsmaðurin, at fæst eingin semja, so kann hetta skotið raka so meint, at tað kann ikki útilokast, at ein avleiðing kann verða, at eingin samgonga verður á Føroya Løgtingi.










