Eftir hampuliga friðarlig viðurskifti í fimm ár eru serbar og albanar í Kosovo aftur brostnir saman. Hesaferð kyknaði ófriðurin í tí sundurbýtta býnum Mitrovica, og í gjár bleiv sagt, at minst 17 fólk høvdu latið lív.
Ófriðurin kyknaði, tí albanar skuldseta serbar fyri at hava rikið tríggjar albanskar smádreingir út í eina á. Tveir av dreingjunum vórðu stutt eftir funnir druknaðir, ein er ikki komin afturíaftur, og tann fjórði svam yvir um ánna. Hann hevur greitt frá, at serbar við hundum róku teir út í ánna.
Friðarvarðveitandi deildirnar, sum hava støð í Mitrovica, royndu at forða fyri samanbrestum, men til fánýtis. Í gjár frættist eisini, at ófriðurin hevði breit seg til fleiri aðrar býir í Kosovo, og at albanar høvdu sett eld á serbiskar bygdir. Í sjálvum Serbia var eisini ófriðarligt. Millum annað varð eldur settur á eina 300 ára gamla mosku í høvuðsstaðnum Brograd.
Ein bretskur herovasti, sum fyrr hevur verið leiðari hjá teimum friðarvarðveitandi deildunum í Kosovo, segði við BBC fyrrakvøldið, at Kosovo er sum ein fløska við brúsandi drykki. Hon skal bara ristast eitt sindur, so rýkur proppurin av, og alt endar í einum roki, segði hann. Tað kann vera tað, sum nú er hent, segði hann.










