Kann enda við fólkatingsvali

Politiska framsøgukvinnan hjá teimum konservativu, Henriette Kjær, hóttir við einum snarvali, nú stjórnin er komin í minniluta í flóttafólkamálinum Fyri fyrstu ferð hevur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, meirilutan av Fólkatinginum ímóti sær á flóttafólkaøkinum.

Tað kann fáa avleiðingar, tí í morgun hóttir Henriette Kjær, framsøgukvinna hjá Konservativa Fólkaflokkinum, við snarvali.

-Tað dugir ikki, at stjórnin ikki kann hava álit á sínum meiriluta, sigur hon við danska útvarpið. Hon leggur afturat, at vónandi er hetta einastu ferð, at meirilutin vendir sær ímóti stjórnini.

-Men hendir tað aftur, er tað ein trupulleiki, og so kann stjórnin verða noydd til at skriva út nýval, sigur Henriette Kjær.