Kann enda við borgarakríggi í Sýrialandi

Støðan í Sýrialandi er so álvarssom, at landið stendur á eggini til eitt veruligt borgarakríggj. Tað heldur amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton.

Hon vísir á, at nógvir hermenn eru rýmdir úr sýriska stjórnarherinum og hava vent sær ímóti myndugleikunum, og tað kann elva til eitt rættiligt borgarakríggj, sigur hon. Teir rýmdu hermenninir hava pengar og eru sera avgjørdir mótstøðumenn ímóti stýrinum í Damaskus.

-Heimssamfelagið má royna at fyribyrgja einum tílíkum borgarakríggi, tí kreppan í Sýrialandi eigur at verða loyst á ein friðarligan og demokratiskan hátt, segði Hillary Clinton í gjárkvøldið.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði fyrr í vikuni, at tað, sum hendir í Sýrialandi, er borgarakríggj.