Kann enda við borgarakríggi í Egyptalandi

Mohammed ElBaradei, sum er ein av andstøðuleiðarunum í Egyptalandi, sigur nú, at uppreisturin ímóti stýrinum hjá Hosni Mubarak, forseta kann enda við borgarakríggi. Í samrøðu við týska tíðarritið Der Spiegel vísir ElBaradei á, at friðarlig mótmæli

kollrendu egyptiska stýrið, men at vit síðani hava sæð blóðug álop, sum hava kravt mannalív. Hann ivast ikki í, at tað var fregnartænastan, sum skipaði fyri harðskapinum.

-Hetta kann enda við, at landið fer í smildur, sigur ElBaradei og endurtekur, at Mubarak má og skal leggja frá sær.

-So leingi Mubarak situr við valdið, tes størri vandi er fyri, at landið fer í upploysn bæði politiskt og búskaparliga, sigur ElBaradei, sum fekk friðarheiðursløn Nobels sum leiðari fyri altjóða kjarnorkustovninum.

Umboð fyri andstøðuna vóru í dag á fundi við Omar Suleiman, varaforseta og stjórnina, men partarnir eru ósamdir um, hvat kom burturúr. Almenna sjónvarpið sigur frá stjórnini, at partarnir samdust um at seta eina nýskipanarnevnd, men andstøðuflokkurin Muslimska Brøðralagið sigur, at einki veruligt kom burturúr.