Nær væntar tú valið verður?
Tað eru nøkur avgerandi mál, sum skulu fáast frá hondini so sum fiskidagarnir, áðrenn nakað val verður. So eg trúgvi, at tað verður í oktober.
Nær heldur tú, at val skal verða?
Persónliga eri eg spentur upp á at hava minnilutastjórn. Um man fær tað at virka ordiligt, so skal man geva tí ein kjans. Um ikki so skal val skrivast út skjótast gjørligt.
Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar?
Tað sær spennandi út. Sum sagt er royndin við minnilutastjórn eitt nýtt átak, og tað er spennandi. Føroyskur politikkur hevur í longri tíð verið stagneraður, so vónandi hendir okkurt konstruktivt nú.
Hvat væntar tú tær av politiska heystinum?
Uttan iva verður tað mest valstríð at síggja. Teir ymsu politikararnir fara at vilja markera seg. Man fer at síggja nógv til politiskt dugnasemi og snildi. Nú vit hava eina minnilutastjórn, eru nógvar spennandi kombinatiónir at spæla uppá. Um man fer at duga at finna tær til tey ymisku stórmálini, so verður tað eitt spennandi heyst. Um tað hinvegin einans verður valstríð, so fara vit ikki at síggja annað enn keglarí.










