Kann enda í ruðuleika

Eingin fíggjarlóg og ongar fólkaatkvøður um ES-grundlógina í bræði. Tað kann gerast úrslitið av ES-toppfundinum.

Síðani fólkaatkvøðurnar í Fraklandi og Niðurlondum um ES-grundlógina hava fleiri samanborið toppfundin í Bruxelles í dag við eina jarðarferð. Tá var talan um, at ES-grundlógin skuldi jarðast, men nú kann fundurin eisini gerast jarðarferð hjá viljanum til samstarv og ikki minst samanhald.

-Eg eri rættiliga vísur í, at vit fáa onga langtíðarfíggjarætlan á hesum fundinum, segði forsætisráðharrin í Luksenburg, Jean-Claude Juncker, á einum fundi við ES-tinglimir fyrradagin. Juncker er formaður í ES í løtuni, og hansara fremsta mál hevur verið at fáa fíggjarlógina samtykta sum eitt tekin um, at samveldið virkar enn, sjálvt um fransmenn og niðurlendingar vrakaðu grundlógina.

Men tað er ikki grundlógin, sum er tann stóri stríðsspurningurin.

Ætlanin var, at fundurin í Bruxelles skuldi leggja ein langtíðarfíggjarætlan fyri árini frá 2007 til 2013, men nú er ymiskt komið í vegin. Hini 24 londini við Jacques Chirac á odda krevja, at Bretland skal missa tann serliga avslátturin, sum landið hevur havt í meiri enn tjúgu ár. Men Tony Blair hevur svarað, at tað kemur ikki upp á tal at skerja avslátturin, fyrr enn londini semjast um at endurskoða landbúnaðarstuðulin. Tað vil Chirac ikki hoyra talan um, og teir seinastu dagarnar hevur ósemjan elvt til alment kegl ímillum London og París.


Varandi kreppa

Jean-Claude Juncker hevur einki ímóti at skerja landbúnaðarstuðulin, men hann tekur eisini undir við kravinum um at skerja tann bretska avslátturin. Fyrradagin segði hann, at hvørki av málunum verður loyst á fundinum í Bruxelles, men kortini hevur hann lagt eitt semingsuppskot fram.

Eftir tí skal tann bretski avslátturin haldast á sama støði, sum hann var, áðrenn tey mið- og eysturevropeisku londini komu upp í samveldið. Á tann hátt fáa bretar vissu fyri, at avslátturin verður ikki skerdur fyrr enn í fyrsta lagi ftan á 2013, men teir skulu eisini fáa vissu fyri, at landbúnaðarstuðulin verður endurskoðaður tá. Juncker viðgekk, at hann hevur ikki tær bestu vónirnar um semingsuppskotið.

Formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, hevur eftir øllum at døma heldur ikki tær bestu vónirnar um toppfundin.

-Vit mugu vísa teimum evropeisku borgarunum, at teir kunnu hava álit á skipanini. Megna vit ikki tað, kemur samveldið í eina varandi kreppu, segði Baroso við tíðindamenn fyrrakvøldið.


Tíð at hugsa

Í gjárkvøldið skuldu ríkis- og stjórnarleiðararnir royna at finna eina semju um, hvat skal gerast við ta ætlaðu grundlógina. Teir seinastu dagarnar hevur Jean-Claude Juncker roynt at eggja hinum leiðarunum til at halda fast um, at tey einstøku londini skulu halda fram við sínum góðkenningum, sjálvt um fransmenn og niðurlendingar hava sagt nei, men í gjár segði hann seg ivast í, at tað letur seg gera. Ein orsøk kann vera, at sambært teimum seinastu meiningakanningunum er mótstøðan ímóti grundlógini vaksin nógv ímillum hansara egnu í Luksenburg.

Barroso hevur eisini verið talsmaður fyri, at hini londini eiga at taka støðu til grundlógina uttan mun til úrslitið í Fraklandi og Niðurlondum, men mikukvøldið segði hann við franska sjónvarpið France 3, at nú ræður um at vera ansin.

-Tað rætta er helst, at fólk fáa tíð til at hugsa seg um, segði hann.

Danska stjórnin heldur fyribils fast um, at fólkaatkvøða verður um ES-grundlógina tann 27. september, men Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, hevur sagt, at tað er treytað av, hvat kemur burtur úr fundinum í Bruxelles. Tí danir skulu vita, hvat teir atkvøða um, sigur hann.