Mitt í nátt varð ringt til løgregluna av einum dansistaði í Havn at boða frá, at ein maður gekk har inni, sum bløddi rættiliga illa í høvdinum.
Sjúkrabilur fór eftir manninum og fekk hann á skaðastovuna, har hann varð viðgjørdur. Men løgreglan sigur, at tey komu skjótt eftir, at maðurin allarhelst var vorðin sligin, og at hann kanska varð sligin við einum glasi.
Løgreglan fekk eisini fatur á manninum, sum er undir illgruna fyri at hava sligið, men umstøður vóru ikki til at avhoyra partarnar í nátt. Men, sum dagurin líður, fer løgreglan at avhoyra báðar menninar, og tað kann enda við, at maðurin, illgruni er um hevur sligið, verður ákærdur fyri harðskap.
Í gjárkvøldið steðgaði løgreglan annars einum manni skutara. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka, so tey fóru til lækna við honum at taka blóðroynd og nú verður so bíðað eftir svarið um, hvussu høg promillan var.











