Kann enda í gálganum tí hann er samkyndur

Myndugleikarnir í Niðurlondum vilja ikki geva iranska Mahdi Kazemi uppihaldsloyvi og hótta við at senda hann heimaftur. Tað kann kosta honum lívið

Mehdi Kazemi er samkyndur maður. Í fleiri ár helt hann saman við einum iranskum manni, men hesin bleiv tikin, dømdur til deyða og avrættaður, tí hann var samkyndur. Undir avhoyringum hevði hann avdúkað, hvørjum manni hann hevði verið saman við.

 

Mehdi Kazemi fór til Bretlands í 2005 at læra seg enskt, men stutt eftir frætti hann, at vinmaður hansara heima í Iran var dømdur til deyða og tikin av døgum. Kazemi søkti um uppihaldsloyvi í Bretlandi, men fekk noktandi svar. Hann rýmdi til Niðurlond, tí tað hevði víst seg, at niðurlendsku myndugleikarnir vóru eitt sindur lagaligari enn teir bretsku.

 

Men heldur ikki har kann Kazemi fáa uppihaldsloyvi. Talsmaðurin hjá niðurlendska innanríkisráðnum sigur við Reuters, at Kazemi verður sendur aftur til Bretlands, haðani hann kom, og bretsku myndugleikarnir hava hótt við at senda hann til Iran.

 

Sakførarin hjá Mehdi Kazemi, Borg Palm, sigur við BBC, at tað er lítið at ivast í, at Kazemi fær somu lagnu sum vinmaðurin, kemur hann heimaftur. Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, hevur sagt, at tað finnast eingi samkynd fólk í Iran.