Kann blíva neyðugt at flyta Keypmannahavn

Serfrøðingar ávara nú um, at við veðurlagsbroytingini fer sjógvurin at fløða so nógv, at eitt nú ein stórur partur av Keypmannahavn fer at standa undir sjógvi, um einki verður gjørt fyri at forða tí.

-Hækkar sjóvarmálin tveir metrar, fer sjógvurin at koma niðan á Højbro Plads. Tað sigur seg sjálvt, at eina so stóra avbjóðing kunnu kloakkirnar ikki klára. Vit eiga heldur at gera byrgingar sum í Niðurlondum, slúsur sum í Themsen-ánni, ella kanska eiga vit at flyta býin nakrar kilometrar inn í landið.

Tað sigur Jens Hesselbjerg Christensen, sum veðurlagsgranskari hjá donsku veðurstovuni, við videnskaben.dk. Hann hevur verið á ráðstevnu í Keypmannahavn saman við øðrum granskarum, og har var semja um, at tann veksandi hitin kann fáa høvini at fløðas seks metrar.

Longu fyri fimm árum síðani mælti OECD dønum til at brúka eina milliard krónur til at gera byrgingar rundan um Keypmannahavn.