Kann bara henda í einari bananrepublikk

Jógvan Lützen, reiðari hjá Jógvani S, kennir seg forfylgdan av politikarum og embætisfólki

Fiskimál
Rógvi Borðoy
Reiðarin hjá Jógvani S, Jógvan Lützen, sigur seg vera vísan í, at hann ikki missur fiskiloyvið, tí hann hevur einki gjørt galið. Og hann sigur seg vera vísan í, at rættarsamfelagið Føroyar fer at geva honum rætt.
                      -Eg havi tiltrúgv til rættarsamfelagið. Eg meti ikki, at tað kann lata seg gera hjá mær at missa fiskiloyvið hjá Jógvani S, tí eg havi einki gjørt galið, sigur Jógvan Lützen.
                      Um so er, at Jógvan S missur fiskiloyvið, er tað eitt tekin um, at Føroyar eru ein bananrepublikk, sigur hann.
                      Um Jógvan Lützen missur fiskiloyvið hjá Jógvani S, fer hann at krevja endurgjald fyri hansara kostnaðir av sakini. Hvussu stórt tað verður, ber ikki til at siga enn. Men reiðarin sigur, at tað fær katastrofalar fylgjur fyri reiðaríið, um Jógvan S verður lagdur.
 
Kennir seg forfylgdan
Reiðarin sigur, at tá hann fekk fiskiloyvið, var alt gjørt eftir bókini. Hann fekk fiskiloyvið til Jógvan S undir treytunum, sum vóru galdandi fram til mars 2003. Tá sakin bleiv tikin upp aftur, bleiv fiskiloyvið hjá Jógvani S viðgjørt undir nýggjum treytum. Og undir nýggju treytunum skuldi Jógvan S ikki havt fingið fiskiloyvið. Tá Jógvan S fekk fiskiloyvið, var alt í lagi, sigur reiðarin Jógvan Lützen.
                      -Jógvan S er tilvildarliga pilkaður úr einum bunka. Har eru 32 aðrir bátar, sum eisini fingu fiskiloyvi um somu tíð sum Jógvan S. Teir eiga eisini at missa fiskiloyvið, um Jógvan S missur tað, sigur Jógvan Lützen, reiðari.
                      Um so er, at Jógvan S missur fiskiloyvið, vil Jógvan Lützen fara í holt við at kanna aðrar bátar, sum eisini fingu fiskiloyvi í tíðarskeiðnum, tá Jógvan S fekk sítt. Hann sigur, at har eru nógvir aðrir bátar, sum ikki áttu at fingið fiskiloyvi, um fortreytirnar hjá Fiskimálastýrinum eru rættar.
 
Vavt saman
Hann heldur fram, at fólk hava vavt alla sakina í eina fløkju. Prátið í samband við sakina hevur verið óseriøst og flokspolitiskt, heldur hann, og hann kennir seg forfylgdan. Hann nevnir eisini, at ymsir politikarar, sum hava persónligan áhuga í fiskivinnuni hava tikið støður, sum passa til teirra áhugamál.                       Sakin um Jógvan S hevur politiskan lit, heldur Jógvan Lützen. Hann heldur á við at siga, at hann hevur álit á rættarsamfelagið. Hann sigur seg framvegis hava vónir um, at skip hansara varðveitir fiskiloyvið.