Kaninungi í Eysturoy fór ein biltúr í Norðoyggjar

5-6 tímar seinni kom hann aftur í eini pappeskju.
<DPTAB>    Eingin veit, hvar kaninungin hevur uppihildið sær, og hvussu tað ber til, at hann ikki "hoppaði" av á longu ferðini

Viðhvørt hendir tað mest ótrúliga og sjáldsama.
Soleiðis var við kaninunganum hjá 10 ára gomlu, Harriet Højgaard, á Glyvrum.
Harriet er dóttir Agnas og Hans Jakka. Familjan varð hart rakt í ferðsluvanlukkuni á Lambareiði í mars mánaða í fjør, tá ið 18 ára gamli sonur teirra, Edvard, var ein av trimum, sum lótu lív.
Hvørja neyð ein slík familja kemur í, sum missir so nógv, kann eingin ímynda sær, sum ongan hevur mist.
Hetta hevur verið eitt tungt og troystarleyst ár hjá Agnasi og Hans Jakka, men so sanniliga eisini hjá dóttrini, Harriet, sum misti sín einasta beiggja og einasta systkin.
Sum eitt pinkalítið plástur á sárið hjá dóttrini, fingu tey sær hamstrarar og seinni eisini kaninur.
Í mannaeygum er hetta sjálvsagt einki plástur á sárið, men í barnaeygum kann tað í løtum tykjast so.
Harriet er so serstakliga góð við kríatúr, og hon gongur høgt uppí kaninurnar og hamstrarnar, hon eigur.
Familjan hevur eisini ein lítlan, fittan hund.

Ungin hvarv
Ein dagin herfyri, tá ið bilurin hjá systir Agnas stóð í túninum, hvarv annar kaninungin, sum hevði snýkt seg úr búrinum og hevði gingið leysur uttanfyri.
Bilurin skuldi norður til Fuglafjarðar, haðani hann skuldi um Leirvíksfjørð við strandfaraskipinum og síðan víðari til Norðdepli.
Eingin visti, hvar kaninungin var farin og leitað varð bæði uppi og niðri. Lagið á Harriet var sum vera man ringt, tí kaninungin kom ikki afturí aftur, hóast tey leitaðu bæði á hugsandi og óhugsandi støðum, úti og inni.
Bilurin hjá systir Agnas fór úr túninum, koyrdi til Fuglafjarðar, har hann bíðaði á bryggjuni í ein tíma eftir bátinum.
Teinurin um Leirvíksfjørð tók eini trý korter. Úr Klaksvík bar leiðin norður til Norðdepli, har bilførarin vaskaði bilin í einar tveir tímar.

Ein kaninungi!
Tá ið bilurin er vaskaður bæði væl og virðiliga, sigur onkur, sum er har, við føraran, at ein kaninungi gongur undir bilinum!
Bilførarin gerst ovfarin og kemur at hugsa um, at tey saknaðu ein kaninunga á Glyvrum, longu áðrenn hann fór haðani fyri nøkrum tímum síðani.
Ringt varð út á Glyvrar fyri at fregnast, hvussu vorðin kaninungin var, sum tey saknaðu, tí nú gekk ein ungi og rann undir bilinum norðuri í Norðdepli ? gullreinur!
Jú, ungin var hvítur, hevði grá oyru og kanska onkran annan gráan blett eisini.
Alt samsvaraði við ungan, sum Harriet hevði mist, og nú var eingin ivi longur um, at kaninungin, sum var horvin í túninum á Glyvrum fyrr um dagin, nú var endaður í Norðdepli.
Men hvussu kundi hetta vera hent, tí inni í bilinum hevði hann ikki verið á ferðini.

Ein gáta
Einar 4-5 tímar eftir, at bilurin hjá systir Agnas var farin úr túninum á Glyvrum, var kaninungin á veg aftur um Leirvíksfjørð, hesaferð í eini pappeskju.
Seinni um kvøldið vóru ungarnir báðir savnaðir aftur í búrinum, og hvør tá var fegin, er ikki torført at gita; tað var fyrst av øllum djóravinurin, Harriet og hennara vegna eisini foreldrini, Agnas og Hans Jakku.
Men hetta er ein undarlig hending. Tí, tá ið kaninungin ikki hevur verið inni í bilinum, má hann onkursvegna hava sitið undir bilinum, helst í motorrúminum.
Merkiligt er tað, at hann skal vera sloppin uppá nakrastaðni at sita, tí hann er bara einar tríggjar mánaðir gamal og tískil minni enn hálvvaksin.
Og var hann sloppin uppá onkustaðni í motorrúminum, er løgið, at hann ikki datt ella leyp niðurav aftur.
Ein bilmotorur heldur nógvan gang hjá tí, sum situr inni í motorrúminum, og vegirnir eru ikki allir so slættir heldur, at okkurt lítið hopp ikki er av og á. Somuleiðis skuldi bilurin umborð á strandfaraskipið í Fuglafirði og í land aftur í Klaksvík.
So, hetta er ein undarlig søga. Ein gáta, kunnu vit kanska siga.
Men viðhvørt gerst tað ómøguliga møguligt, og tá kann tað allar løgnasta henda.
Og tað var hetta, sum hendi hendan dagin við kaninunganum hjá Harriet á Glyvrum.