Kane bjargaði Onglandi

Harry Kane bjargaði Onglandi í yvirtíðini, tá teir sluppu við skrekkinum ímóti Tunesia.

Fólkakæra Ongland spældi í kvøld sín fyrsta dyst í HM-endaspælinum í Russlandi, har teir vóru mettir sum greiðir favorittar ímóti Tunesia. Ongland og Tunesia eru í bólki G, har Belgia fyrr í dag vann 3-0 ímóti Panama.


Ongland legði fyri sum eitt ódnarveður og fekk fleiri stórar møguleikar beinanvegin. Tað vóru eisini bara spældir góðir 10 minuttir, tá ið Ongland legði seg á odda 1-0. Eftir eitt hornasparksinnlegg, ein stútara frá John Stones og eina bjarging frá tunesiska málverjanum var tað Harry Kane, sum skeyt bóltin í málið.


Hóast Ongland hevði tamarhald á dystinum, so lótu teir Tunesia sleppa inn aftur í dystin, tá ið Kyle Walker gjørdi brotsspark 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin. Ferjani Sassi varð settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið og javnaði til 1-1. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.


Tað var Ongland, sum var á bóltinum at kalla allan seinna hálvleik, meðan Tunesia royndi at verja við øllum teir áttu. Hetta eydnaðist teimum bæði væl og leingi, men í yvirtíðini fekk Ongland tað forloysandi málið, og tað var aftur Harry Kane, sum onglendingar kundu seta sítt álit á. Hann stútaði bóltin í málið til endaliga úrslitið, 2-1 til Ongland.


Helst munnu onglendingar kenna á sær, at teir sluppu við hvøkkinum í kvøld. Næsti dystur hjá teimum verður ímóti Panama sunnudagin kl.13.00.


Tunesia – Ongland 1-2 (1-1)

0-1: Harry Kane, 11.

1-1: Ferjani Sassi, 35. (br.)

1-2: Harry Kane, 90.