Kanada skrivaði søgu

Einki annað land hevur nakrantíð vunnið 14 gullmerki í einari einstakari vetrar-OL kapping. Men tað gjørdi Kanada, tá liðið í gjár vann gull í íshokki. Noreg og Sovjetsamveldið áttu gamla metið. Sovjetsamveldið vann 13 gullheiðursmerki á vetrarleikunum í Innsbruck í Eysturríki 1976, og Noreg vann eisini 13 gullheiðurmerki á vetrarleikunum í Salt Lake City í USA í 2002. Kanada fekk 14 gull, 7 silvur og 5 bronsuheiðursmerki. Týskland fekk 10 gull, 13 silvur og 7 bronsuheiðursmerki. USA fekk 9 gull, 15 silvur og 13 bronsuheiðursmerki.
Tað margháttliga er, at tá Kanada var vertur við vetrarleikirnar í Calgary í 1988, og við summarleikirnar í Montreal í 1976 eydnaðist tað teimum ikki at vinna eitt einasta gullmerki. Men sigast má, at tað hevur Kanada væl og virðiliga fingið endurreisn fyri á hesum vetrarleikunum.