Kanada: Krav um koppseting av starvsfólki hjá landinum

Áðrenn oktober er farin skulu øll tey 300.000, sum eru í starvi hjá statinum í Kanada, vera liðugt koppsett ímóti covid-19.

Øll starvsfólk hjá landinum í Kanada skulu innan oktober mánaði er liðin vera liðugt koppsett ímóti covid-19. Hesum boðaði stórnin frá í gjár. Her sæst forsætisráðharrin, Justin Trudeau, á vitjan á eini koppsetingarmiðstøð í Montreal. (Arkivfoto). - Foto: Andrej Ivanov/Reuters

Kanadiska stjórnin setir krav um, at øll tey umleið 300.000, sum eru í starvi hjá statinum, skulu vera liðugt koppsett, áðrenn oktober er farin.

 

Tað upplýsti stjórnin í gjár.

 

Koppsetingarkravið fer eisini at galda fyri flestu ferðafólk við flogførum, toki og skipum.

 

– Tað er besti máti at fáa steðgað farsóttini, og fyri at framhaldandi at kunna tryggja búskapin, sigur Dominic LeBlanc, sum er ráðfrú við ábyrgd av samstarvinum hjá samveldisstjórnini við lokalu stjórnirnar í Kanada.

 

Nýggju krøvini koma samstundis sum smittukurvan í Kanada er á veg upp av Delta-brigdinum.

 

Samveldisstjórnin er størsti arbeiðsgevari í Kanada, og sambært LeBlanc skal kravið um koppseting hjálpa til, at so nógv verða koppsett, at búskapurin kann haldast púra opin.

 

Samanborði við mong onnur lond er stórur partur av fólkinum í Kanada koppsett. Tað eru yvir 63 prosent sambært eini uppgerð frá Johns Hopkins University í dag. Tað svarar til 23,8 milliónir fólk.

 

Mánadagin í hesi vikuni læt Kanada upp markið fyri ferðandi úr USA. Men bara fyri persónar, sum eru liðugt koppsettir.

 

Markið millum USA og Kanadag hevur verið stongt fyri vanlig ferðandi síðani mars í 2020 vegna koronufarsóttina.

 

Fyrst í september fer Kanada undir at loyva altjóða flogferðafólki, sum eru liðugt koppsett, at koma til landið.

 

/ritzau/AFP

 

 

 

 

 

 

 

Øll starvsfólk hjá landinum í Kanada skulu innan oktober mánaði er liðin vera liðugt koppsett ímóti covid-19. Hesum boðaði stórnin frá í gjár. Her sæst forsætisráðharrin, Justin Trudeau, á vitjan á eini koppsetingarmiðstøð í Montreal. (Arkivfoto). - Foto: Andrej Ivanov/Reuters