Arbeiðsbólkurin, sum handaði Honnu Jensen, landsstýriskvinnu við útbúgvingar- og granskingarmálum arbeiðsskjalið »Strategisk menningarætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya«, hevur fingið boð um at halda fram við arbeiðinum um at miðsavna Fróðskaparsetrið í eitt kampusøki.
- Tað er alneyðugt at halda fram við arbeiðinum at fyrireika kampus til Fróðskaparsetur Føroya og gera klárt til fyrsta byggistig. Tað sømir seg fyri eina tjóð, sum leggur dent á læring, útbúgving og gransking, at hýsa Setrinum væl. Eisini er neyðugt at hugsa viðkomandi partar væl inn í slíka stóra verkætlan í okkara høvuðsstaði, sigur Hanna Jensen á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
Arbeiðsbólkurin skal lýsa innihaldið í fyrra tilmælinum neyvari og gjøllari umrøða markamót við grannastovnar, umframt í hvønn mun hesir kunnu gerast ein partur av eini framtíðar kampusverkætlan, boðar ráðið frá á heimasíðuni.
Millum annað skal byggiskrá til fyrsta byggistig skal fáast til vega skjótast gjørligt, soleiðis, at ein ætlan kann leggjast fyri møguligum lestraríbúðum á økinum.