Kampus á Debesartrøð og á Frælsinum

Tórshavnar kommuna og Fróðskaparsetur Føroya hava undirskrivað samstarvsavtalu um eitt kampus á Frælsinum og Debesartrøð

Í dag hava borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivað undir eina samstarvsavtalu.

 

Endamálið við avtaluni er at menna og skipa samstarvið millum Tórshavnar kommuu og Fróðskaparsetur Føroya við støði í visjónini hjá Tórshavnar kommunu og endamálinum hjá Setrinum. Ætlanin er í stigum at víðka um samstarvið til eina røð av evnum og økjum.

 

Setrið hevur sum visjón, at tað skulu vera 1.500 lesandi á Setrinum um 10 ár, móti teimum umleið 800 í løtuni. Tórshavnar kommuna hevur sum mál at verða altjóða universitetsbýur og vil tí vera virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi.

 

Landsstýrið boðaði fyrr í dag frá, at tað fer at seta 8 milliónir av til at gera universitetskampus. Setrið og kommunan fara tí nú av álvara í eina tilgongd at gera eina býarskipanarætlan, soleiðis at tað ber til hjá Setrinum at menna eitt universitetskampus við Debesartrøð og á Frælsinum, sum eisini gevur møguleikan at víðka universitetsøkið við tíðini.