Kampingvognur og treylari koppaðu

Nógvur vindur var í gjárkvøldið og hevði við sær ymiskar skaðar um í landinum. In.fo hevur fyrr í dag umrøtt ein skaða í Syðrugøtu, har ein pláta feyk av einum lastbili á ein persónbil, sum kom koyrandi framvið.

 

Vesturi í Vágum koppaði ein treylari á veg niðan frá undirsjóvartunlinum. Tað var við Fútaklett, í svinginum har vegurin fer til Oyragjáar.

 

Sambært jn.fo var bilurin fullfermdur við timburi. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at bilurin koppaði og lenaði seg upp á autoverjuna. Bilurin bleiv hálaður upp á vegin og skaðin var ikki verri enn so, at hann kundi koyra víðari sjálvur.

 

Í Vestmanna hevur vindurin eisini leikað í. Ein klædningur var rivin av einum húsum, meðan ein kampingvognur koppaði á Inni á Fjørð á Vestmanna. Hóast hann var tjóðraður fastur og, sambært fólkum á staðnum, festur sum ein slíkur eigur, so vóru hvirlurnar so harðar, at stellið er skrætt og vognurin tí koppaður. Tey ringdu tí haðani og bóðu um hjálp at festa hann og aðrar vognar.