Kampingøkið í Havn betrast

Tórshavnar býráð samtykti hóskvøldið, at tríggjar milliónir krónur skuldu játtast til ábøtur og dagføringar á kampingøkinum yviri við Strond í Havn, sum hevur næstan 33 ár á baki.

Ymsar ábøtur eru gjørdar hesi árini, men allíkavæl hava umstøðurnar sum heild ikki verið tíðarhóskandi. Hetta skal nakað gerast við nú, so kampinggestirnir í summar skulu fáa eina munandi betri tænastu.

Hvørt ár vitja nógvir kampingvognar í høvuðsstaðnum um summarið, bæði úr Føroyum og útlandinum, og tí hevur kommunan eisini fyrr leitað eftir øðrum øki til kampingplássið.

Men av tí at talan er um eina munandi íløgu, verður fyribils ikki farið undir nakra slíka verkætlan, so tí verður tað aftur í summar kampingplássið yviri við Strond, sum tekur ímóti kamperandi gestunum.