Mikudagin 4. januar klokkan 17 verður seinnapartskonsert í Havnar kirkju.
Kamilla Ravnsfjall spælir floytu og Mitali Ajit Saraf spælir klaver. Kamilla hevur lisið tónleik á miðnám á Tórshavnar musikkskúla hevur síðan lisið í Glasgow og Mitali er úr Karala í India. Tær báðar hittust meðan tær lósu tónlek í Glasgow, Mitali á konservatoriinum og Kamilla á universitetinum. Nú eru tær fluttar aftur til hvør sítt heimland, men tað heldur teimum ikki frá aftur at spæla saman.
Á skránni er millum annað verk av Ibert, Chopin og Godard.










