Tað, sum er rættiliga áhugavert við trolkameranum hjá JT electric og marknaðinum í USA, er, at kameraið kann brúkast til ymisk endamál. Upprunaliga hugsaði fyritøkan á Kambsdali sær, at kameraið skuldi brúkast til at justera veiðireiðskap, soleiðis at hann roynist optimalur, og mest møguligur fiskur kemur í trolið. Men tólið kann eisini brúkast í arbeiðnum at menna skipanir við skiljiristum. Tólið kann soleiðis brúkast í royndini at veiða tann størra fiskin úr einum fiskastovni. Umframt at kunna brúkast í royndini at veiða optimalt, kann tólið sostatt eisini brúkast í strembanini eftir burðardyggari veiði.
- Skipini hjá American Seafood Company, sum vit hava selt fleiri kamera til, hava stórar trupulleikar við hjáveiði av einum slagi av laksi, har kvotan er lítil og verður uppaftur minni. Trupulleikin er, at tá hjáveiðikvotan hjá skipunum er uppi, noyðast tey at gevast at fiska. Hjáveiðikvotan av eitt nú laksi er felags kvota, og tí noyðast feløgini, sum hava skip á hesi veiði, at samstarva, soleiðis at tey sleppa at fiska høvuðsfiskasløgini sum longst, siga Rúni Petersen og Sofus Gregersen.
American Seafood Company hevur arbeitt dúgliga við at finna skiljirist, sum kann slúsa laksin úr trolinum.
Tá trolið kemur at borði, og USB-kaðal er settur í kameraið og í eina teldu, sæst á livandi myndum, hvussu reiðskapurin arbeiðir. Her sæst eisini, hvussu skiljiristin virkar, og hvat møguliga kundi verið øðrvísi.
Myndirnar, sum kameraið tekur, kunnu eisini brúkast mótvegis myndugleikum og umhvørvisfelagskapum sum prógv um, at arbeitt verður við loysnum.
Myndaeigari: www.goodlux.fo










