Tvey línuskip og ein trolbátur landaðu á Toftum í gjár, og mánadagin kemur trolbáturin Búgvin inn at landa. Línuskipini Kambur og Eystnes, sum hava roynt undir Føroyum, landaðu á Toftum í gjár. Kambur hevði 120.000 pund, og Eystnes 80.000 pund.
Meginparturin av veiðini hjá Kambi var longa og brosma, meðan stórur partur av veiðini hjá Eystnesi var toskur, hýsa og nakað av longu.
Trolbáturin Hansa Maria landaði eisini á Toftum í gjár. Teir høvdu 24.000 pund, harav meginparturin av veiðini var havtaska.
Hansa Maria seldi fyri ein miðalprís, sum lá um góðar 20 krónur fyri kilo.
Mánadagin kemur hin trolbáturin á Toftum - Búgvin - eisini inn at landa.