Kambsdalur betri egnaður enn Skálabotnur

Á býráðsfundi í Klaksvík í kvøld er eitt av málunum á skránni, tann ætlaða innandura fóltbóltshøllin í Skálabotni.
Fyrireikararnir av hesi høllini hava arbeitt við hesum málinum í eina tíð, og fleiri kommunur hava eisini havt hetta til viðgerðar. Teirra millum er Klaksvíkar kommuna, har byggi- og býarskipanarnevndin er positivt sinnað fyri ætlanini.
Tá tað er sagt, so metir nevndin kortini, at staðsetingin í Skálabotni er ov langt burtur frá Klaksvík. Mælt verður tí ístaðin til at kanna, um ikki er møguligt at byggja eina slíka høll á Kambsdali ístaðin.
Hesum uppskoti taka eisini tekniska nevndin, mentanarnevndin og fíggjarnevndin í Klaksvíkar býráði undir við.
Og í kvøld skal so býráðið sjálvt taka støðu til hetta málið.