Kalt og nógvur vindur

Ælaveður streymar inn yvir Føroyar av landsynningi og eystri og seinni i vikuni streymar kaldari luft niður yvir oyggjarnar av landnyrðingi og norðri.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av eystri, sum snarar í ein landsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og regn-, vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 5 stig. Í kvøld øtlar hann vindin av landsynningi, 5 til 10 m/s, og í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. SKýggjað og regn ella ælaveður av suðri og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum øtlar upp í hvassan vind upp í skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 6 stig.

 

Hósdagin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan og makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 5 stig.

 

Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum beint undir frostmarkið og upp í 3 hitastig.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og vátaslettingur- ella kavaæl og hitin frá frostmarkinum upp í 3 hitastig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein landnyrðing og norðan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.