Ein hitabrúgv hevur í nátt blast heita luft inn yvir Føroyar, men í morgin fer køld luft aftur at streyma inn yvir okkum við ælum av norðri, sum frá líður við vátaslettingi og heglingi. Seint leygardagin kemur ein hátrýstsryggur væntandi inn yvir okkum av vestri og í nakrar dagar verður yvirhøvur turt.
Veðrið í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig. Í nátt makar hann vindin, skýggjað og møguliga regn.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin hækkar í norðan og makar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður av og á, sum um náttina kann vera heglingur ella vátaslettingur. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum um kvøldið og náttina veksur upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum heglingur og vátaslettingur. Hitin millum 1 og 6 stig.
Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av norðri, 13 til 18 m/s, sum minkar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, út á kvøldið makar hann vindin í lot til stívt andøvsgul, 3 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, í støðum vátaslettingur ella heglingur, men út á dagin bara okkurt æl. Hitin um dagin millum 2 og 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Stundum klárt og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, í støðum frost.
Sunnudagin
Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum lækkar í ein sunnan og landsynning og veksur í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 7 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.