Nógv heimsins eygu eru í góðveðri sveisika býnum Geneve vend ímóti teimum báðum ríkisleiðarunum.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, er stutt eftir middaga hin fyrri at koma til stórmanshúsini á fund við russiska forsetan, Vlademir Putin.
Sutt eftir kom Putin eisini. Við sveisiska forsetanum, Guy Parmelin, millum sín, lótu teir báðir myndafólk sleppa at taka myndir av teimum.
Biden og Putin skulu samráðst í eini tíð, tá viðurskiftini teirra millum eru ísakøld.
Lagt hevur verið upp til ein drúgvan fund teirra millum: fýra til fimm tímar. Men talsmaðurin hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov, hevur sagt, at tað er so nógv at tosa um, at fundurin kann vara enn longur.
– Dagsskráin er so umfatandi, at tað er heilt víst verður ein avbjóðing at avmarka hana til fýra ella fimm tímar samráðingar, segði hann við russiskt sjónvarp.
Tað er fyrsti toppfundur teirra millum, eftir at Biden varð innsettur sum forseta fyrst í árinum.
Biden hevur frammanundan tosað um »reyðar linjur« í mun til Russland. Hann finst at Russlandi fyri elektroniska njósning ímóti USA og tess sameindu og álvarsliga hakking, sum rakar fleiri virki og umsitingar í vesturheiminum.
Fundurin fer eisin at snúgva seg um spurningin um Ukraina, Russisku hertøkuna av ukrainsku hálvoynni Krim og jakstranini av atfinnarum í Russlandi, sum eitt nú fongslaða Aleksej Navalnyj.
Men Joe Biden sigur samstundis, at hann vil royna at samstarva á økjum, har tað er gjørligt, herundir avtalu um niðurdupping, frættist í amerikanskum miðlum.
– Eg fari at gera Putin greitt, at tað eru øki, har vit kunnu samstarva, um hann skuldi viljað tað, sigur Biden.
Roknað verður við, at teir báðir leiðararnir fara at tosa saman, meðan onnur høg embætisfólk hjá stjórnum teirra eru til staðar. Men tað kunnu eisini vera tingingar, har teir báðir verða einsamallir, greiðir Peskov frá.
Tá undanfarni forstin í USA, Donald Trump, á sumri í 2018 hitti Putin í finska høvðuðsstaðnum, Helsinki, varð fundurin hildin bara teirra millum – við týðarum teirra.
Tí er heldur ókreytt, hvat teir báðir tosaðu um.
Í øllum førum fór Trump á tíðindafund og greiddi frá, at hann stólaði meira upp á Putin enn sína egnu fregnartænastu og FBI, sum samd mettu, at Russland í 2016 hevði blandað seg í valið í USA og roynt at ávirka úrslitið.
Á næsta tíðindafundinum var Putin eisini við. Soleiðis verður tað valla hesaferð. Tað verður Biden einsamallur, sum fer at siga nakað um fundin við tíðindafólk, tá hann er liðugur.
/ritzau/











