- Eg dugi ikki at síggja, at eg havi brotið nakra samgonguavtalu, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum ólavsøkudag legði lógaruppskot fram um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap. Jørgen Niclasen sigur, at Bjørn Kalsø við hesum er lopin frá samgonguavtalu.Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum finnist at landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hansara uppskoti um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Jørgen Niclasen sigur, at ásetta fiskidagatalið er ikki tað, sum samgongan varð samd um, og at hetta tískil er brot á samgonguavtaluna.
Bjørn Kalsø sigur, at hann hevur verið greiður yvir, at Jørgen Niclasen ikki hevur verið samdur við sær í ávísum førum, men at lógaruppskotið als ikki er nakað brot á samgonguavtalu.
- Jørgen Niclasen hevði eitt ynski um, at útrokningarhátturin skuldi broytast, og tað havi eg gjørt. Men tað er latið upp til mín, hvussu útrokningarhátturin skal broytast. Eg havi játta fyri umboðum í samgonguni, at eg vildi broyta útrokningarháttin, og korrigera veiðutrýstið har eftir. Tað havi eg gjørt, og tískil er ongin samgonguavtala brotin, sigur Bjørn Kalsø.